- Vit hava ikki lagt skipini hjá Strandferðsluni seinastu ferðirnar, vit hava verið í verkfalli. Og tað fara vit heldur ikki at gera hesuferð.
Bæði Føroya Arbeiðarafelag og Havnar arbeiðsmannafelag eru knýtt at Strandferðsluni, tí tað eru teirra limir, sum loysa og binda Smyril, og kanska onnur skip við.
Og sum tað sæst longur niðri á Portalinum, skulu hesi bæði feløgini í samráðingar við arbeiðsgevararnar í næstum um nýggjan sáttmála.
Men Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at arbeiðarafeløgini hava friðað Strandferðlsuna, seinastu ferðirnar, tey hava verið í verkfalli.
- Vit hava loyvt Strandferðsluni at sigla við ferðafólki og privatbilum, men ikki við farmi, sigur hann.
Og skuldi tað enda so galið, at tað verður verkfall hesuferð, fara tey heldur ikki at leggja Strandferðsluna hesuferð.
- Prinsipielt eri eri eg ímóti at revsa suðuroyingar og sandoyingar harðari enn onnur í landinum, sigur Georg F. Hansen.