Fara ikki út fyrrenn tey verða borin út

Tey gomlu í Tórshavnar Kommunu vilja verða heima sum longst. Men nógv halda eisini, at húsini eru tung at halda og tey vilja fegin hava møguleikan at kunna flyta í eina eldraíbúð, tá ið ?tann tíðin kemur?

Tey gomlu í Havnini vilja helst blíva búgvandi heima.

Tað vísir tann stóra kanningin, sum Tórshavnar Býráð hevur gjørt um korini hjá teimum eldru.

Kanningin fevnir um 316 fólk í Tórshavnar Kommunu, sum eru 70 ár ella eldri.

Tað er 25% av øllum fólkunum í hesum aldursbólkinum

Kanningin fevnir eisini um 301 fólk í aldursbólkinum 60-69 ár og tað er eisini 25% av teimum, sum eru í tí aldursbólkinum.

Næstan øll í tí eldra aldursbólkinum hava svarað spurningunum, men bara gott helvtin av spurnarbløðunum, sum vóru send yngra aldursbólkinum, komu innaftur.

Samanumtikið er grundarlagið nóg stórt til at fáa eina góða mynd av, hvat tey gomlu halda.


Vilja vera heima

Og myndin er púra greið: Tey allarfelstu vilja vera heima sum longst.

? Vit eiga húsini við rubb og stubb og fara ikki út, fyrrenn vit verða borin út,er ikki ein óvanligur hugburður.

Men nógv eru eisini sinnað at flyta heiman ífrá um tey ikki klára seg sjálvi.

Tey føla seg illa tí tey halda, at tey eru ein byrða hjá børnunum.

Tó halda tey, at tann besta loysnin er at vera heima sum longst við heimahjálp.

Tó vildu mong ynskt, at ein skipan við døgnvakt varð sett á stovn, so at tey kundu fáa hjálp, um okkurt bleiv áfatt.

Fleiri tordu ikki upp á wc um náttina, tí tey vóru so illa gongd.

Og onkur greiddi frá, at tey vóru dottin og høvdu ligið á gólvinum í meiri enn tríggjar tímar, áðrenn tey fingu hjálp.

Tí verður hildið, at tað er neyðugt at fáa ein skipan við døgnvakt, ikki minst tí at nú búgva so mong einsamøll.

Kommunulæknar í Havn vísa eisini á, at tað kemur fyri, at fólk verða innløgd av sosialum orsøkum, tí ongin er at passa tey.

Tó sigur tann eini, at tað er bæði órímiligt og trupult.

Kommunulæknarnir halda eisini, at var døgnvakt, hevði tað eisini sloppist undan innleggingum á sjúkrahús.

Landssjúkrahúsið hevur eisini upplýst, at tey hava onkuntíð sjúklingar, sum kundi verðið útskrivaðir, um døgnvakt var.


Í egnum húsum

Yvir 90 av teimum gomlu búgva í egnum húsum.Tað vísir seg, at tey, sum hava hús ímillum 70 og 100 fermetrar í tveimum hæddum vóru best nøgd við húsini.

Kortini hildu nógv, at tað fall tungt at halda húsini.

Nøkur búgva til leigu og nógv høvdu góðar umstøður, antin íbúð, ella stór kømur.

? Men einstøk hava kømur, sum eru undir átta fermetrar, og tað hildu tey vera ótolandi umstøður at búgva undir, tá ið man er farin um tey 70. Summi høvdu selt børnunum húsini og leigaðu so frá teimum. Men einstøk leigaðu eisini privat, og tey vóru illa fyri um tey vórðu uppsøgd, tí tað er vónleyst at fáa nakað at búgva í.


Eitt gott hugskot

Hóast tey flestu vilja verða búgvandi heima, vísur kanningin, at tey allarflestu halda, at tað er eitt gott hugskot at gera eldraíbúðir.

70% av teimum yvir 70 ár halda, at tað er eitt gott hugskot.

Og 15% kundu hugsa sær eina sjálvi. Og fleiri av teimum halda, at tað er bráðneyðugt, at tær verða gjørdar. Tað eru umleið líka nógv, sum vilja leiga, sum tey, ið vilja eina eina slíka íbúð.


Hava tað gott saman

Annars sigur kanningin, at tað tykist tað sum um sambandið ímillum ættarliðini er gott. Nógvar familjur hava tað, at tey hava fastar dagar, har tey eta døgverað saman, kanska eini trý ættarlið.

Men nógv hildu eisini, at tey yngru máttu sleppa at vera fyri seg sjálvi, eins væl og teimum eldru eisini dámdi at hava dagin fyri seg sjálvan.

Nógv hava kenslu av, at samskiftið við almennar stovnar er ov vánaligt og tey halda, at ein pensjónistaskrivstova skuldi verið sett á stovn.


Hetta eru annars teir politisku málsetningarnir, sum eldrabólkurin skjýtur upp, at Tórshavnar Kommuna setir sær á eldraøkinum:


Tórshavnar kommuna setir sær sum mál:


? at arbeiða fyri, at tey gomlu í kommununi skulu hava eitt virðiligt lív, har lívsgleði og trivnaður er í hásæti.

? at byggja brýr millum ættarlið til gagns bæði fyri gomul og ung.

? at hava fjølbroytt trivnaðartilboð bæði handaliga og andaliga.

? at tey gomlu fáa neyðuga hjálp, soleiðis at tey kunnu verða búgvandi í egnum heimi sum longst, ella so leingi tey ynskja tað.

? at bústaðarmøguleikarnir verða lagaðar eftir tørvi og ynskjum hjá tí einstaka.

? at skapa møguleikar fyri at flyta í eldraíbúð, tað veri seg eigara- ella leiguíbúð.

? at bíðitíðin til røktarheims-, ellisheims- ella sambýlispláss ikki verður longri enn einar 6 mánaðir.

? at samskipa upptøkureglurnar til røktarheims-, ellisheims- og sambýlisplássini í kommununi, soleiðis at ávísingin til tey ymisku tilboðini verður lagað eftir tørvi.

? at kunna komandi og verandi fólkapensiónistar um rættindi, møguleikar og viðurskifti teirra.

? at sett verður á stovn eldraráð í kommununi, sum skal vera ráðgevandi í eldrapolitiskum spurningum.

- - - -

Og hetta eru tey tilmælini, sum eldrabólkurin mælir Tórshavnar Býráð at seta í verk á eldraøkinum í samsvari við politiska málsetningin omanfyri.Og tað er

? samtykkja orðingina til politiska málsetningin fyri eldraøkið í kommununi.

? raðfesta ætlanirnar og gera langtíðar íløguætlan á eldraøkinum.

? fyrireika bygging av nýggjum røktarheimi, møguliga sum uppíbygging til Lágargarð, og

? fyrireika bygging av sambýlum, soleiðis at tørvurin, sum lýstur er í kanningini, kann verða nøktaður.

? fyrireika bygging av íbúðum til rørslutarnað.

? víðka um umlættingarplássini í kommununi, eisini soleiðis at møguleiki verður fyri umlætting í longri tíð.

? fyrireika bygging av eldraíbúðum bæði sum leigu- og eigaraíbúðir.

? víðka um hølismøguleikarnar hjá Tilhaldinum í Tórsgøtu.

? fyrireika dag- og døgnumlætting fyri senil dement.

? fyrireika sambýli serliga ætlað eldri alkoholikarum.

? mæla landsmyndugleikunum til at serlækni í gerontologi ( eldrasjúkum) verður settur

? samskipa upptøkuna til ellisheims-, røktarheims- og sambýlisplássini í kommununi

? virka fyri at døgnrøkt við tilkalliskipan verður sett í verk.

? virka fyri at eldraøkið sum skjótast verður lagt út til kommununa at umsita.

? fyrireika og seta í verk fyribyrgjandi heimavitjanir.

? fyrireika tannarøkt til pensiónistar.

? fylgja tilmælinum frá Pleygudeildini á Landssjúkrahúsinum og mæla til at fyrireika ein uppvenjingarstovn til sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir av lækna, men framvegis hava tørv á uppvenjing, og av ymiskum orsøkum ikki beinleiðis kunnu fara heim í egnan bústað.