Fara í landsrættin við Breivik

Norski staturin hevur kært dómin frá í síðstu viku

Norski staturin góðtekur ikki úrskurðin hjá býrættinum í Oslo um, at staturin hevur brotið altjóða Mannarættindasáttmálan í samband við fongsilsumstøðurnar hjá Anders Behring Breivik.


Tað upplýsir Anders Anundsen, norskur løgmálaráðharri, í tíðindaskrivi í dag.


- Eftir fakligum ráði frá ríkisákæranum, og í samráð við Kriminalforsorgina, havi eg í dag heitt á ríkisákæran um at kæra dómin, skrivar ráðharrin í tíðindaskrivinum.


Harvið er greitt, at málið nú skal roynast í landsrættinum. Sambært norska kringvarpinum NRK, so kann væntast, at málið kemur fyri landsrættin einaferð í heyst.


Anders Behring Breivik fekk í síðstu viðhald í býrættinum í Oslo, eftir at hann hevði stevnt norska statin fyri brot á altjóða Mannarættindasáttmálan. Býrætturin metti, at norski staturin hevur brotið §3 í mannarættindasáttmálanum, ið staðfestir, at einki menniskja skal útsetast fyri ómenniskjaligan ella niðrandi viðferð.


Býrætturin gav tó ikki hópdrápsmanninum viðhald í, at staturin eisini hevur brotið §8, ið staðfestir, at øll hava rætt til samskifti og privatlív.