Fara nú at planta 10.000 trø í Havn

Nú skal nógv størri dentur leggjast á at garðar og stik verða hildin, so at seyður ikki sleppur inn um bøgarðarnar at oyðileggja alt, fólk hava plantað

 

 

Tórshavnar býráð fer nú at planta 10.000 trø og runnar ymsastaðni í kommununi. Tað hevur býráðið nú samtykt.

Í hesum sambandi hevur Býáðið samtykt at planta 4000 trø og runnar við Skúlan á Fløtum, og 2000 trø og runnar við kirkjugarðin á Velbastaðvegnum og onnur 2000 við kirkjugarðin í Hoyvík. 

Harumframt skulu 1000 trø og runnar plantast á fríøkinum við Myllutjørn og Dalinum Langa, og onnur 1000 trø og runnar skulu plantast á fríøkjum í Signabø, á Argjum, og aðrastaðni.

Tilsamans kostar hetta 500.000 krónur og býráðið sigur, at trø og lunnar skapa lívd, men harumframt eru tey eisini lívd hjá fuglum at vera í og at reiðast í. Og so er tað eisini ein eykavinningur, at viðarvøkstir ger mun í royndunum at binda CO2, og sostatt at forða fyri útláti.

Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og Býarskipanarnevndini, sigur, at samstundis skal serligur dentur nú eisini leggjast á at halda garðar og stik, soleiðis, at seyður ikki sleppur inn um bøgarðarnar, og beinir fyri øllum, sum fólk planta av blomstrumm runnum og trøum.

Men annars fýltist Bjørg Dam býráðslimur fyri Javnaðarflokkin á, at Tórshavnar Kommuna ikki hevur eina tænastu, har tað ber til hjá fólki at karva træ og runnar til stroyggj at brúka aftur í urtagørðum, og aðrastaðni. Býráðslimir vís á, at  samstundis, sum at vit tyrva tað vit kappa av trøum og runnum, í Húsahaga, flyta bæði privatfólk og kommunan sjálv, útlendskt stroyggj ístaðin fyri. 

Hetta er eitt tilfeingi, sum vit lata fara fyri skeyti, fyri at innflyta útlendskt stroyggj ístaðin, leggur hon afturat.

Kommunan keypti ein karvara eina ferð, men hann varð settur undir tak onkustaðni og verður ikki brúktur. Men Turið Horn, forkvinna í Náttúru og Umhvørvisnevndini, sigur, at karvarin er funnin, og hann skal takast í brúk aftur. 

Men tað krevst ein endurnýtsluhøll, so at karvarin kann standa undir taki, og tað arbeiðir kommunan eisini við.

Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, saknar, at fleiri trø eisini verða plantað í miðbýnum, og hann fekk ta lyftið frá Marini Katrinu Frýdal, at tað er eisini nakað, tey hava í hyggju.

Annika Olsen sigur, at kemur bara helvtin av trøunum fyri seg, er tað ein stórur vinningur fyri kommununi.

Á myndini saga teir trø í Amtmansgarðinum, og tað skal eisini gerast við hvørt.