· at geva okkum øllum álit á egnan førleika til at møta nýggju øldini
· at styrkja og útbyggja vælferðarsamfelagið, sum skal byggja á umsorgan og solidaritet
· at bøta munandi um umstøðurnar hjá teimum veiku í samfelagnum
· at skipa eitt samfelag, hvørs aðalmál er eitt virkið lív hjá hvørjum einstøkum okkara, uttan mun til førleika og evnir
· at økja um okkara útflutningsvirði og harvið skapa nýggjar og øktar inntøkukeldur
· at reka ein ábyrgdarfullan fíggjar- og búskaparpolitikk
· at skipa so fyri, at livikorini og vinnumøguleikarnir hjá útjaðaraøkjunum verða munandi bøttir
· at fáa eina tíðarhóskandi skipan fyri ríkisrættarligu støðu Føroya
· at leggja lunnar undir ein nýggjan samferðslupolitikk
· at finna samráðingarloysnir í bankamálinum, skuldarspurninginum og marknatrætuni
Saman við hesum høvuðsevnum fyri valuppleggið er gjørt eitt meira ítøkiligt upplegg, sum er lagt við sum skjal.
Við hesum er tíðin nú búgvin til, at virkisskrá floksins verður dagførd, og tí fer starvnevndin at skjóta upp, at hetta endurskoðanararbeiðið byrjar nú, soleiðis at vit á komandi landsstevnu kunnu góðkenna floksins nýggju virkisskrá.