Fara nú at pístra børn í nøsina fyri at forða fyri at nógv verða smitta

Smábørn eru ein tann størsti smittuberarin av øllum og hetta skal forða fyri tíð, sigur Heilsumálaráðið

Nú fáa eisini børn í aldrinum frá tvey til seks ár tilboð um at verða koppsett fyri influensu. Heilsumálaráðið staðfestir í eini fráboðan, at børn kunnu verða hart rakt av influensu, og bara tað í sær sjálvum góð orsøk til koppseta børnini. Men harafturat elvir influensa til rættiliga nógvar sjúkradagar hjá børnum - og sostatt elvir tað eisini til nógvar  sjúkradagar hjá foreldrunum.

 

Heilsumálaráðið leggur eisini dent á, at ofta eiga tey tvey til seks ára gomlu eisini yngri systkin, sum ikki tola so væl at fáa influensu og sum tískil kunnu verða illa sjúk, verða tey smittað av sínum eldru systkjum.

 

Men tað er eisini ein onnur orsøki til, at børnini nú skulu koppsetast fyri influensu.

 

– Á okkara leiðum er væntandi vanlig influensa fer at raka serliga hart í vetur, tí tey nógvu tiltøkini, sum eru sett í verk fyri at verja fyri koronu, hava eisini havt ta avleiðing, at mótstøðuførið ímóti vanligari influensu, er viknað. Sostatt kann influensa gerast steinur oman á byrðu hjá børnunum, nú trivnaðurin í nógvum barnafamiljum ikki hevur verið so góður í kjalarvørrinum á tiltøkunum ímóti koronu.

 

Heilsumyndugleikarnir vóna, at við at koppseta tey tvey-seks ára gomlu fyri influensu, ber til at byrgja fyri enn meira sjúku og stúran í barnafamiljunum - og at sleppa undan uppaftur meira avbyrging og avmarkingum.

 

– Tvey til seks ára gomul børn kunnu verða rættiliga sjúk av vanligum krími, hóast tey, tíbetur sjáldan gerast lívshættisliga sjúk, ella so sjúk, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús.

 

– Men børn í hesum aldrinum eru helst tann mest størst smittuberarin yvirhøvur, tá ið talan er um beinkrím, tí tey vanliga hava tætt samband við nógv fólk hvønn dag.

 

Tí er ætlanin ikki bara at verja tey sjálvi, men endamálið við at koppseta tey, er eisini fyri at verja tey eldri og heilsuveiku ímóti at fáa influensu. Serliga stórur er vandin, skuldi tað hent, at fólk fáa bæði influensu, og koronu ísenn, tí so kunnu tey verða rættiliga sjúk.

 

Tað eru kommunulæknarnir, sum koppseta tey tvey til seks ára gomlu fyri influensu og tað ber at biðja um, tíð frá í dag. Børnini verða koppsett við einum pístri í nøsina, so tey verða ikki sproytað. Og koppsetingin er ókeypis.