Fara í Stakkin í næstu viku

Nú heystið stendur fyri durðunum, fara menn og konur aftur at hugsa um skurðin.

Tað gera tey eisini í Tjørnuvík og har er tað ikki minst hátíðardagur, tá ið farið verður í Stakkin

Og nú er avgjørt, at tað verður leygardagin 17. september, at farið verður í Tjørnuvíksstakk eftir seyði.

Í ár eru 15 seyðir at taka. tveir veðrar, fimm ær og átta lomb.

Dagurin byrjar við, at farið verður frá bygdarhúsinum klokkan 7.30 leygarmorgunin. Áðrenn farið verður, verður eitt ørindi sungið. V anliga eru tey aftur klokkan 13.00 og tá er døgverði fyri fjallfólkinum í bygdarhúsinum.

Eftir døgverðan verða fýra seyðir flettir og sundurlimaðir og teir verða síðani seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.30.

Aftaná uppboðssøluna skipar Kingo-bólkurin fyri Tombola inni í Bygdarhúsinum.

Er tað onkur, ið ætlar at keypa sær ein livandi seyð, ber eisini til at fáa seyðin flettan, tí har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

Dagurin endar við, at dansur verður í bygdarhúsinum, har Jákup Marner og Heini syngja og spæla.

Myndin er tikin eftir ein rakstrardag í Stakkinum og her eru teir í ferð við at leiða seyðin heim