Fara víðari við málinum

Byggitek hevði lægsta tilboðið at gera vegirnar í sambandi við undirsjóvartunnilin, men sleppur ikki upp í part kortini

Tað var Byggitek í Havn, sum hevðiu lægsta tilboðið uppá at gera vegirnar í sambandi við undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi.

Men hóast tað, er leiðslan í P/F Vágatunlinum farin at samráðast við J&K Petersen um arbeiðið - sí greinina "J&K Petersen fáa arbeiði fyri milliónir" aðrastaðni í blaðnum.

Tummas Sørensen, stjóri í Byggitek hevur ikki so nógvar viðmerkingar til málið í løtuni.

Men hann váttar, at hann hevði lægsta tilboðið upp á vegirnar í sambandi við undirsjóvartunnilin.

? So er leiðslan í P/F Vágatunlinum farin at samráðast við J&K Petersen, er hon á heilt skeivari kós, sigur hann.

Hann sigur, at tað er ongin orsøk til at betala meiri fyri eitt arbeiðið enn neyðugt.

? Og tá ið eitt arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitatión, er tað heilt, heilt óvanligt ikki at taka av tí lægsta tilboðnum.

Hetta kemst av, at tá ið eitt arbeiði verður boðin út í innbodnari lisitatión, verða tær fyritøkurnar, sum verða boðin at verða við í innbjóðingini, mettar og vigaðar, áðrenn tær sleppa upp í part og verða bidnar um at vera við

Virkini, sum bjóða, eru tí longu frammanundan góðtikin av byggiharranum sum fult før fyri at útinna arbeiðið.

Men, eftir hvat skilst, er seinasta orðið ikki sagt enn, tí Byggitek er ikki sinnað at sleppa málinum uttan víðari.

Tvørturímóti sigur Tummas Sørensen, at tey arbeiða víðari við málinum, sum hann málber seg.e;tvegis teimum. Tað metir hann, at tey og Várharra eiga at avgreiða sínámillum.

Øll eru vælkomin í kirkjuna, sigur Heri Joensen. Hinkynt, samkynt, frøknut, tjúkk og kløn. Har verður eingin munur gjørdur. Hjá Harranum er eingin munur.

Heri Joensen heitir á øll um at lesa Johannes 17,12 sum er prædikuteksturin til komandi sunnudag. Har biður Jesus so bønliga um, at tey mugu vera eitt, hóast tey ikki eru eins. Hann forðar ongum at búnast og vaksa sín andaliga vøkstur. Hann biður akurskurðarmenninar um at lata tey vaksa saman til heystar. Tá verður tað ein annar enn vit, sum fer at lúka, og har er slett ikki brúk fyri okkum, sigur Heri Joensen, sóknarprestur.