FARC: Okkara egnu sviku okkum

Uppreistrarrørslan í Kolombia sigur nú, at hon bleiv svikin av sínum egnu, tá Ingrid Betancourt og aðrir gíslar sluppu leysir

-A tað eydnaðist 15 krígsfangum at flýggja mikudagin 2. juli var ein beinleiðis avleiðing av teirri vanæriligu svikagerðini hjá Cesar og Enriqe, sum sviku kollveltingina og misbrúktu tað álit, sum teir høvdu fingið, stendur í einari fráboðan frá FARC, sum bleiv almannakunngjørd um vikuskiftið.

Cesar og Enriqe, sum verða nevndir í fráboðanini, eita í veruleikanum Gerado Aguilar og Alexander Farfan. Teir vórðu tiknir í einum átaki hjá kolombiska stjórnarherinum herfyri, og nú vil FARC vera við, at tað vóru teir, sum hjálptu stjórnarherinum at fría Ingrid Betancourt og 14 aðrar gíslar.

Sambært frágreiðingini fylgdu Gerardo Aguilar og Alexander Farfan gíslunum umborð á eina tyrlu. Teir høvdu greitt fangavørðunum frá, at gíslarnir skuldu flytast til eina aðra legu, men tá fangavørðarnir komu í tyrluna, blivu teir tiknir. Tað vísti seg, at menninir í tyrluni vóru frá kolombisku fregnartænastuni.

Hóast tann dygga smeitin sigur FARC seg framvegis vera til reiðar at tingast við stjórnina um eitt fangabýti. Hildið verður, at FARC hevur umleið 700 gíslar.