Funningslaks hevur keypt farmaskipið Nordic frá Nordic Bulk í Havn. Ætlanin er tó ikki at fara undir farmasigling, men at brúka skipið í alivinnuni.
Ætlanin er at leggja skipið við aliringarnar, sum Funningslaksur hevur liggjandi undir Líðini uttalaga á Funningsfirði. Har er í løtuni ein flaki, men hann verður skiftur út við Nordic sum er nógv størri og arbeiðsligari, sigur Kári Nielsen, stjóri á Funningslaksi.
Skipið fer so at taka fóður umborð og annars røkja somu uppgávur sum einhvør annar aliflaki, sigur hann. Funningslaks hevur umleið eina millión fiskar gangandi undir Líðini, har Nordic fer at liggja, sigur Kári Nielsen
Skipið fer at virka sum fóðurgoymsla til aliringarnar har úti fyri tað mesta. Men sjálvandi fer eisini at bera til at flyta ímillum, um tað verður neyðugt. Men skipið fer ikki at sigla, sigur Kári Nielsen. Tað verður í framtíðini ikki skrásett sum skip, men sum flaki, sigur hann.
Nordic stendur í løtuni á sleipistøð á Tórshavnar Skipasmiðju, har skrokkurin verður klassaður.
Ein orsøk til, at hann nú varð seldur, var júst tann, at hann stóð fyri umfatandi klassing, sum gomlu eigararnir ikki mettu lønandi. Sum skilst hugsa teir um at fáa sær annað og størri skip fyri Nordic.
Kári Nielsen sigur, at grundin til, at Funningslaks keypti Nordic, var tann, at skipið fekst bíliga. Hann sigur, at keypsprísurin var eitt sindur oman fyri ta hálvu milliónina. Slík skip eru bílig á marknaðinum í dag, sigur Kári Nielsen.