ferðing
Síðani nýggja flogfelagið byrjaði flúgving sína, hevur skipanin við flutning til og frá flogvøllinum fingið góða undirtøku. Í tíðindaskrivis sigur FaroeJet, at nærum helmingurin av teimum ferðandi hava gjørt nýtslu av møguleikanum, og tí hevur verið arbeitt við at leingja avtaluna við Strandferðsluna.
Tað arbeiðið er nú komið undir land, og nú verður so boðað frá, at samstarvið er longt fram til árslok.
Avtalan ber í sær, at ferðaseðilin hjá FaroeJet framvegis verður galdandi líka frá bústaðnum, sama hvar í Føroyum ein býr. Hetta um ferðast verður við Strandferðsluni og/ella Bygdaleiðum.