Farstøðin sum tilhaldsstað

Sambært politinum í Havn er Farstøðin vorðin til eitt tilhaldsstað fyri fullar menn, sum ganga runt og órógva tey ferðandi. Politiið er javnan har niðri fyri at reka teir burtur, og onkuntíð eisini fleiri ferðir um dagin.