Norskir granskarar siga nú, at elektromagnetiskar strálur frá fartelefonum elva ikki til krabbamein ella annan heilsuskaða.
-Tað er einki vísindaligt grundarlag fyri at siga, at veikar elektromagnetiskar strálur rundan um fartelefonir og aðra sendiútgerð elva til heilsuskaða, siga granskararnir hjá Folkehelseinstituttet í einum tíðindaskrivi.
Granskararnir leggja afturat, at tað er einki grundarlag fyri at siga, at elektromagnetiskar strálur frá fartelefonum elva til krabbamein, skerja nøringarevnini hjá monnum, gera skaða á nervalagið ella elva til aðrar sjúkur ella annan heilsuskaða.
Teir norsku granskararnir hava kannað fleiri sløg av krabbameini í sambandi við kanningina, og úrslitið er, at fólk, sum brúka fartelefon, eru ikki í størri vanda fyri at fáa krabbamein enn onnur.