Fartelefonin sprongdist

Tann 15 ára gamli Niklas Eivik í Harstad í Noregi hevði tikið fartelefonina við sær í skúla, sum hann plagar, men brádliga sprongdist telefonin.

-Brásliga skalv telefonin, og tað kendist, sum hon gjørdist størri. Eg kvikaði mær at tveita hann frá mær, men áðrenn hon kom í gólvið, sprongdist hon.

Tann 13 ára gamla Maria Lindkjør hevði lænt fartelefonina frá vinmanninum, tí 15 ára gamla Niklasi Eivik.

Bresturin var so harður, at petti av fartelefonini fóru um alt flokshølið í skúlanum. Skúlastjórin, sum júst var farin úr flokshølinum, hoyrdi brestin og kvikaði sær innaftur at vita, hvat var áfatt. Eins og hini var hann fegin um, at eingin av næmingunum hevði fingið nakran skaða.

Fartelefonin hjá Niklasi Eivik var ein Nokia 3310, og hjá Nokia siga tey seg ongantíð hava hoyrt um ein slíkan tilburð fyrr. Battaríið í telefonini var harafturímóti ikki frá Nokia, men eitt, sum drongurin hevði keypt umvegis alnnetið, tí tað var 100 krónur bíligari enn eitt frá Nokia. Tey, sum selja hesi battaríini, siga seg heldur ongantíð hava hoyrt, at ein telefon er farin í luftin, og tey eru tí farin at kanna, hvat tað var, sum hendi.

Niklas Eivik er fegin um, at telefonin ikki sprongdist um náttina. Tá plagdi hon at liggja á koddanum, tí hann nýtti hana eisini sum vekjara.