Hurðin inn og út úr FCK gongur títt. Vit hava síðstu vikurnar skrivað, at felagið hevur keypt tríggjar spælarar. Tað hevur leingi ligið í luftini, at teir eisini ætlaðu at selja, og nú er fyrsti fuglurin flogin.
Talan er um miðvallaran Carsten Hemmingsen. Hann er 29 ára gamal, og hann hevur síðstu vikurnar havt ilt við at vinna sær pláss á liðnum. Carsten Hemmingsen hevur ikki dult, at hann hevur droymt um at sleppa til bretskan fótbólt. Hann royndarvandi í síðstu viku í Dundee United. Men tá einki spurdist burturúr, tók hann av einum tilboði frá OB, har hann spældi fram til 1996.
Kim Brinck, sum Carsten Hemmingsen hevur havt til venjara bæði í OB og FCK, er nú stjóri í OB. Fyrrverandi FCK miðvallarin eigur ein beiggja, sum altið hevur spælt og framvegis spælir í OB. Hann eitur Michael Hemmingsen. Hann er 32 ára gamal. Leygardagin var OB verjuspælarin í Íslandi við Morteni Olsen, Michael Laudrup og teimum. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var í landsliðsferðalagnum.