Farvæl til grindadrápið

Grindadráp umboðar ein triðing av allari umrøðu av Føroyum á alnótini. Og knøpp 40 prosent av borgarum í okkara mest spennandi ferða­vinnu­marknaðum siga, at grindadrápið minkar um hugin at vitja Føroyar. Tí áttu vit at veittrað hesi siðvenjuni farvæl

Rógvi Absalonsen
----

Fyri góðum mánaði síðani vísti Dan­marks Radio sjón­varps­sendingina Hori­sont, sum skuldi eitast at við­gera føroysku av­bjóðingina í sam­bandi við kvinnu­fráflyting. Eftir sendingina vóru nógv á gosi um, hvussu evnið varð lýst, og hvørja mynd av føroyska samfelagnum DR sýndi fyri restini av kongaríkinum.

Søgan um flýggjandi kvinnur var síðani endurgivin á øðrum heima­síð­um, og skjótt fór søgan um før­oyingar, sum innflyta brúðrar úr fjareystri, um allan heim gjøgnum eitt nú BBC og Yahoo News. Send­ingin hjá DR er bara eitt av nógvum dømum um banalar, grunnar ella hálvgum niðrandi lýsingar av før­oyska samfelagnum í donskum og øðrum útlendskum miðlum sein­astu árini.

Eitt annað dømi var málið um at víðka grein 266b í revsilógini, sum í 2006 endaði í fleiri útlendskum miðl­um, og sum helst hevur giv­ið út­lendskum lesarum ta fat­an, at før­oyingar einans eru óupp­lýstir, til­afturs­komnir og homo­fob­­iskir oyggja­búgvar. Hetta, hóast upp­skot­ið um at leggja sam­­kynd aft­urat dis­krimina­tións­para­graff­ini end­aði við at blíva sam­tykt í løg­ting­inum. Tað týdningar­mikl­asta, vit lærdu av málinum, var helst, at tá ið uppskotið varð samtykt, var skaðin á føroyska umdømið longu hendur. Hetta gongur sjón fyri søgn hjá nógvum útisetum, sum reglu­liga fáa spurningin um so­nevnda føroyska homohaturin.

Grindadráp skaðar ferðavinnuna
Men tað mest áhugaverda við oman­fyri nevndu dømum er, hvussu upp­østir føroyingar kunnu blíva av nøkr­um, sum hevur lutfalsliga lítlan týdn­ing og lítla ávirkan á føroyska um­dømið í globalum samanhangi. Tí tað, sum uttan iva elvir til mest nega­tivu umtaluna av føroyska sam­­felagnum, er grindadráp.

Sambært eini frágreiðing um kapp­ingarsamleika, sum Uttanríkis­ráðið læt gera í 2009, var grindadráp “næst­­­an tað einasta, Føroyar eru kend­­­ar fyri.” Henda niðurstøðan var part­­­víst bygd á samrøður við før­­­oy­ingar í vinnufremjandi stovn­um og fyri­­tøkum, har grindadrápið sum heild varð upp­fatað sum størsta av­bjóð­ing­in hjá før­oyska um­­­døminum, og partvíst á eina miðla­­­greining, sum vísti, at kritikk­ur og skemm­­andi orð um Føroyar orsakað av grinda­­drápi umboðar ein trið­ing av allari umrøðu av Før­oy­um á alnótini.

Kanningin, sum ein av fremstu bretsku kanningarstovnunum, Ipsos Mori, gjørdi fyri WSPA fyrr í ár, vísir ein líkn­andi tendens. 37% av útlendi­ngum í okkara fimm størstu ferða­vinnu­marknaðunum – USA, Bretland, Týskland, Italia og Danmark – siga, at tey høvdu hildið seg aftur við at vitja Føroyar orsakað av grindadrápi. Sjálvandi kunnu hesi 37 prosentini ikki rokn­­ast um til krónur og oyru, og sjálvandi er trupult at gera upp, hvussu nógv ferðafólk vit missa hvørt ár. Men hetta talið átti at gjørt okkum mei ra tilvitað um, hvat fólk aðra­staðni halda um grindadráp, og hetta vera vit onkursvegna noydd at fyrihalda okkum til.
Høg ferðavinnumál
Stjórin í Ferðaráðnum, Guðrið Høj­gaard, var í Degi og Viku 16. august og legði fram ætlanina um at hækka umsetningin á ferðavinnu frá 400 milliónum til 1 milliard krón­­ur innan 2020. Í somu samrøðu segði Guðrið, at høvuðsmálbólkurin hjá Føroyum sum ferðamannaland eru útlendingar, sum hava áhuga í náttúru. Hetta kemur ivaleyst ikki óvart á nakran, tí náttúran er okkara sterkasta kort í kappingini við grannalondini. Trupulleikin er, at fólk við áhuga fyri náttúru eis­ini hava áhuga fyri, hvussu djór verða viðfarin. Allar hugsandi grund­gevingar fyri grindadrápi koma ikki at broyta henda veruleikan.

Summi fara ivaleyst at siga, at ment­anarligu vinningarnir bæði við at drepa og at eta grind viga tyngri enn fíggjarligi missurin. Men føroyingar áttu at skilt, at eitt gott umdømi úti í heimi er meira vert enn úrtøkan og nyttan av grindadrápi. Og at tað harvið hevði verið fíggjarliga skynsamt at gevast við grindadrápi. Og at føroyski samleikin er bygdur á eitt so sterkt grundarlag, at hann á ongan hátt er treytaður av drápi av havsúgdjórum.

Ein farin tíð
Sjálvur havi eg altíð verið glaður fyri ein spikbita av og á, og eg kenni eisini ein ávísan stoltleika í sambandi við føroysku grindasøguna, ikki minst soleiðis, sum hon hegnisliga verður lýst bæði í listini hjá Mikines og í skaldsøgum og stuttsøgum hjá Poul Karbech Mouritsen og Heðin Brú. Søguliga kann grindadrápið setast í samband við ein bardaga fyri at yvirliva. Grindin var eitt manna av himli, sum kom afturat tí svika­ligu úrtøku av føði, sum jørðin, djóra­haldið og ein óálítandi útróður gav. Men henda tíðin er sum kunnugt farin.

Og í dag hevur nútímans grinda­dráp­ið ment seg til nakað, sum er skaðiligt fyri Føroyar. Hetta hóast framstig eru gjørd í sam­bandi við drápshættir og dráps­am­boð. Tørv­urin og rætturin at skaffa dygdar­góð­an mat kundi rætt­vís­gerast, áðr­enn vit byrjaðu at drepa og slakta nógv meir, enn brúk var fyri, og áðrenn vit gjørdust tilvitað um tær álvars­ligu avleiðingar, sum tvøst og spik kann hava fyri heils­una.

Og hvat so?
Merkir hetta so, at føroyingar skulu geva eftir, hvørja ferð umheimurin fegin vil hava okkum at broytast? Sjálvandi ikki. Vit skulu til eina og hvørja tíð halda fast í okkara sjálvsavgerðarrætti, bæði tá ið tað viðvíkur sildatrætum, grindadrápi og øðrum. Hinvegin vera vit noydd at vera tilvitað um, at grindadrápið hevur ein kostnað, og vit mugu áhaldandi meta um, hvørt tað er gagnligt at halda fram við tí ella ikki. Serliga, tá ið tað er ein politisk raðfesting at meir enn tvífalda ferðavinnuna næstu sjey árini.

Vit mugu ansa eftir, at vit ikki undir­meta hvussu fíggjarliga skaðiligt grindadrápið í veruleikanum er. Umdømið hjá einum landi hevur búskaparliga størri týdning enn nakrantíð fyrr, og av tí at lond ger­ast tættari knýtt gjøgnum alnótina, tættari ferðasamband, samvinnu og mentanarliga samansjóðing, fer týdn­ingurin av tjóðarbranding at vaksa í framtíðini. Ikki bara í sam­bandi við ferðavinnu, men eisini í øðrum vinnu- og mentanar­saman­hangi.

Um eitt land er illa umtókt, gerast møguleikarnir sum heild, færri. Hetta er ein sjálvfylgja. Tá ið hug­burð­urin til grindadráp er so kritiskur úti í heimi, er tað bæði blá­oygt og vandamikið at skúgva málið til viks og vóna, at vit kunnu kom­pensera við okkara vøkru náttúru ella við vakra sanginum hjá Eivør og Teiti. Tað kunnu vit tíverri ikki.


–––––––––––––––––––––––––––––––––
Rógvi Absalonsen er MSc í mentanarsociologi og starvast dagliga í WSPA Nordic í Keypmannahavn.
–––––––––––––––––––––––––––––––––