FAS verður dýrt fyri kommunurnar

Í 1988 varð føroyska skattalógin broytt, so hon tók hædd fyri tí tá nýggju DIS-skipanini, sum var komin í gildi Danmark.

 

Hendan DIS-skipanin umfatar sjófólk við farmaskipum, og hon virkar á tann hátt, at inntøkan, hesi sjófólk fáa, er skattafrí. Broytingin í føroysku skattalógini gjørdu føroyingarnar, sigla við donskum farmaskipum, skattafríar í Føroyum eisini.

Hendan skipanin vísti seg tó skjótt at raka onkrar kommunur, har stórur partur av skattaborgarunum sigldu við donskum handilsskipum, sera hart. Tá vit so í Føroyum fingu okkara egnu altjóða skipaskrá, FAS, varð hendan skipað eitt sindur øðrvísi.

Teir, sum sigla við skipum í FAS-skipanini, gjalda nevniliga vanligan skatt í Føroyum, og so fáa reiðaríini endurrindað 28% av útgoldnum hýrum aftur úr landskassanum. Føroysku kommunurnar endurrinda síðani landskassanum sín part av hesum gjaldi. Gjaldið verður býtt út á allar kommunurnar, uttan mun til um nakar borgari í einstaku kommununi er við skipi undir hesari skipan ella ikki.

Tað eru tó ikki bert føroyingar, ið sigla við hesum skipum. Útlendingarnir, sum eru við, gjalda 35% í skatti til Føroyar, og tá reiðaríini ?bert? fáa endurgoldið 28% er klárt, at nakað av skattapeningi liggur eftir í Føroyum.

Men.

Kommununar part av skattinum hjá hesum útlendingunum fær tann kommunan, har skipið er skrásett! Og tá helst øll hesi skipini eru skrásett í Tórshavnar kommunu vil tað siga, at Tórshavnar kommuna fær allan hendan skattin.

Altso: Útreiðslurnar til skipanina verða goldnar av øllum kommununum, meðan inntøkurnar fara til Tórshavnar kommunu.

Higartil hava ikki so nógv skip verið í skipanini, so rokningin til kommunurnar hevur ?bert? verið ?nakrar fáar milliónir? um árið. Og tað hava kommunurnar higartil latið sær lynda.

Men tá fiskimálaráðharrin nú tosar um at gera skipanina meira attraktiva, soleiðis at hópin fleiri og størri skip skulu koma í skipanina, mega kommunurnar, sum gjalda til skipanina siga frá, tí hetta fer at leggja stórar byrðar á flest allar kommunurnar, meðan Havnar kommuna fær allan vinningin.

Mín áheitan skal tí vera á landsins myndugleikar at taka hesa skipan upp til nýggja viðgerð, so hon ikki gerst ein stórur kleppur fyri flest allar kommunur í Føroyum.