Frida var fastir mín, og eg búði í sama grannalagi sum Frida. Mín frásøgn verður um, hvussu eg minnist Fridu í mínum uppvøkstri.
Búleikaðist í neystinum, síðani í Grótinum
Áðrenn Frida bygdi hús síni í Grótinum, búði hon í neystinum hjá abba mínum Jógvani í Grótinum. Neystið stóð niðan fyri Krotigrøvina, oman móti sjónum, har abbi eisini hevði gjørt eina brúgv. Har spældu vit í fjøruni, og fiskaðu við glúpi og tráðu á brúnni. Her búði Frida í aðrari av tveimum íbúðum í neystinum.
Íbúðin hjá Fridu var ikki stór, men har var nógv inni. Hon hevði handarbeiðisbúð, og so hevði hon eina maskinu sum beklæddi knappar. Tað hugtók meg sum smágentu, og eg var errin av, at Frida kundi gera so fínar knappar. Tað var eisni har, at eg sum 5 ára gomul smágenta sat modell til tveir málningar. Tað var ikki altíð so lætt at sita still, tí løturnar kundu verða nokk so drúgvar. Men eg haldi, at hon dugdi nokk so væl við børnum. Tí tá eg ikki tímdi at sita still meira, bað hon meg bara koma aftur ein annan dag, tí so fór hon at mála meira tá. Og so fekk eg ofta kremkeks, áðrenn eg fór avstað.
Seinni flutti Frida inn í húsini, sum hon hevði bygt í Grótinum. Har var nógv pláss, atelier var á loftinum og havastova á miðhæddini. Hetta gjørdi húsini hjá henni til nakað serligt og nakað ørðvísi. Inni hjá Fridu var ein serligur hugni og roykur av máling. Allastaðni hingu málningar, sum hon sjálv hevði málað. Onkuntíð slapp eg at hyggja at, meðan hon málaði. Serliga legði eg til merkis, hvussu hon helt penslinum. Hon helt lógvan upp, so lítlifingur var niðast og legði tummulin spakuliga niður á pensilin.
Stórfamiljan var hennara nærmasta familja
Í Grótinum høvdu 5 av 10 systkjunum búsett seg. Frida var eitt teirra. Frida giftist í 1944 við Guttorm Zachariassen av Kirkju. Men hann doyði av vanlukku í Aberdeen, minni enn eitt ár eftir, at tey vóru gift. Tey fingu ongin børn, men vit vóru nógv systkinabørn í grannalagnum, og hon hevði áhuga í okkum børnum, sum hon var fastir og mostir til. Vit hildu okkum øll eiga Fridu.
Einaferð tá eg sum 12 ára gomul skuldi til próvtøku í enskum, kom Frida at lurta. Tað var heilt óvanligt, men tað gjørdi hon. Eg minnist løtuna sera væl, eg las og skuldi umseta ein tekst. Eg umsetti yvirskriftina til ” Í hoyna”, men próvdómarin rættaði tað til” í hoygging”. Tað sum eg serliga minnist til var, at Frida kom til mín aftaná og segði, at tað var rætt av mær at siga “í hoyna”.
Fridu dámdi at ferðast, og kundi hon viðhvørt vera nokk so leingi burtur. Vísta myndin er tikin, tá mamma og Frida eru á veg til Grimsby saman við pápa umborð trolaranum Skálaberg TN20, at selja fisk. Tey skuldu sjálvandi eisini vitja fastur mína Hannelenu, sum búði í Grimsby.
Maturin inni hjá Fridu smakkaði ikki sum hjá hinum, hon gjørdi alt øðrvísi. Hon brúkti nógv kryddarí, og hon átti eina stóra kókibók. Eg minnist, at Frida bjóðaði okkum børnum inn á jólum, og har vit fingu vit alt gott.
Føðingardagar helt hon eisini. Um eina góða viku, 24. September, hevði Frida fylt 100 ár.
Grammufonir og stenografering
Magdalena, systir mín, arbeiddi í sjúkrakassanum saman við Fridu í 1967. Magdalena var 16 og Frida var tá 55. Magdalena fortaldi mær, at í sjúkrakassanum stóð ein plátuspælari, og at Frida plagdi at taka grammufonplátur við til arbeiðis. Eg varð forvitin at vita, hvat tær lurtaðu eftir. Ein sangur tær ofta lurtaðu eftir var hesin, sum tit nú skulu hoyra eitt lítið brot úr. (Avspældi sangurin var “Where will the dimple be” frá 1955, sum finst á YouTube.com.) Allarhelst ein sum lá ovast á popplistanum tá.
Eg helt, at Frida tordi nokk so væl. Sjálvt um eg upplivdi hana sum smædna og lítilætna, hevði hon sterkar meiningar. Hon kundi skriva long lesarabrøv um list, har hon kom við sínum meiningum. Eisini skrivaði hon um tað føroyska málið. Tað gjørdi ongin annar, sum eg kendi. Frida dugdi eisini at stenografera, og hevði hon frálæru í tí heima við hús. Hetta helt eg vera rættuliga spennandi og droymdi um ein dag at duga at stenografera. Frida gjørdi so nógv spennandi. Eina tíðina gjørdi hon ymiskt mosaik, hon breyt skaraðar skálir og koppar til lítil leikapettir, og legði tað í mynstur og myndir. Sum stór smágenta sat eg onkuntíð vakt fyri hana, tá málningaframsýningar vóru. Tað var eisni nakað serligt og hátíðarligt.
Frida var góð við djór. Tey fyrstu árini minnist eg, at hon hevði kettu, men tey seinnu árini hevði hon altíð hund, sum hon var sera góð við. Á myndini síggja vit hennara seinasta hund sum at Ossi, smádrongurin er sonur okkara Johnny. Hon hevði eisini urtagarð, ein økologiskan urtagarð. Hon brúkti avfall frá húsarhaldinum til tøð, og henni dámdi væl at putlast við blómurnar og trøini. Urtagarður hennara hevði ein serligan stíl. Hon vildi helst, at tað slapp at vaksa eitt sindur vilt. So tað var ikki altíð lætt at síggja, hvat var urtagarður og hvat var hagi. Hon gav okkum fegin avleggara og legði okkum lag á, hvussu vit kundu planta.
Listarliga umhvørvið í Grótinum
Eg vaks upp í einum serliga listarligum umhvørvi. Hetta havi eg funni útav sum tilkomin, men sum barn hugsar tú ikki um tað. Hans Hansen, listamálari úr Mikladali, búði í íbúðini í kjallaranum hjá okkum, Elinborg Lütsen búði niðast í Grótabrekkuni, har vit eisini spældu, Fridjof Joensen leigaði frá Kaju fastir mínari, og so búði Frida mitt ímillum. Tá var ikki telefon í hvørjum húsi, enn minni í hvørjum lumma. Og tá familjan Glerfoss úr Mikladali kom í Gróti at búgva, kom Hans Jákup Glerfoss onkuntíð inn at lána telefonina - hetta var eisini ein listamaður, fekk eg at vita. Og seinni, tá Magni og eg bygdu okkum hús í Grótinum, kom ein fittur smádrongur í grannahúsini at búgva. Tað var Edward Fuglø. So hvat kom fyrst, fólkini ella listin, er ikki gott at vita, men at hava búð og liva millum hesi fólkini hevur gjørt mítt lív so nógv ríkari.
Eg fari at takka fyri høvið at kunna siga tykkum mína søgu um fastir mína Fridu. Eisini vil eg takka Edvard Fuglø fyri hansara áhuga í listini hjá Fridu. Eg haldi, at Edvard eigur stóran lut í, at málningarnir hjá Fridu Zacariassen hava fingið tað pláss, ið teir hava í dag. Og so fari eg eisini at takka Maluni Marnersdóttir fyri tað stóra avrik, sum hon hevur gjørt við at geva bókina um Fridu út.
Á heiðursframsýningini í Ósaskúlanum í Klaksvík luttóku umframt Karin Jacobsen (uttast til vinstru) eisini Rakul Ró og Steintór Rasmussen við sangi, Ljudmila Berezina við tónleikaframførslu, Malan Marnersdóttur við fyrilestri og Helga Gerðalíð við tónleikaframførslu.
Karin Jacobsen helt framløgu um fastir sína Fridu í Ósaskúlanum síðsta vikuskifti