Kyndil, VÍF og Neistin staðfestu í dag, hví tey eru tey trý ovastu liðini á stigatalvuni í føroyskum kvinnuhondbólti.
Í Havn var VB á vitjan, og her vann Kyndil sannførandi sigur. Tað sama gjørdi VÍF, sum var á vitjan í Klaksvík, meðan Neistin mátti stríðast heldur meira fyri sínum sigri.
Á stigatalvuni øktist munurin tí niður til restina, men í so máta høvdu dystirnir hampuliga lítlan týdning, nú finaluplássini og bronsan longu vóru staðfest undan dystunum.
Nú er bara eftir at bíða eftir teimum báðum - og kanska trimum - FM-finalunum, sum verða spældar á páskum.
Úrslitini í dag:
Kyndil-VB 26-18
Stjørnan-VÍF 24-32
StÍF-Neistin 27-30
Endaliga støðan
Kyndil 33 stig
VÍF 30
Neistin 25
VB 20
StÍF 7
Stjørnan 5