Faxe Kondi: KÍF tryggjaði sær finalusessin við greiðum sigri

Í seinna hálvleiki var klassamunur millum KÍF og StÍF í høllini í Kollafirði

KÍF er í fyrstu Faxe Kondi steypafinaluni síðani 2014.

 

Tað er veruleiki aftaná sannførandi 31-22 sigurin hjá KÍF á StÍF í seinnu hálvfinaluni í høllini í Kollafirði. StÍF vann fyrru hálvfinaluna 29-27, og tí gjørdist talan um ein samlaðan 58-51 hálvfinalusigur til KÍF.

 

Strandingar vóru væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15. Tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var KÍF á odda 19-15. Milenko Jelic Jelkan í KÍF-málinum stongdi fyri, og so hvørt øktist munurin í dystinum, og harvið samlaði munurin í hálvfinaluuppgerðunum.

 

KÍF møtir antin H71 ella VÍF í Faxe Kondi steypafinaluni komandi leygardag. H71 og VÍF hittast í Hoyvíkshøllini klokkan 19. Har er støðan 22-22 frá fyrru hálvfinaluuppgerðini. 

 

HER er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##