Alt er víðopið og spenningurin í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini er stórur.
Aftaná dagsins dystir hava øll trý liðini, Kyndil, H71, KÍF og Team Klaksvík øll tvey stig hvør fyri tveir dystir, og alt er opið.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 greitt 26-18 á KÍF. Í steðginum var H71 á odda 14-10.
Sveinur Olafsson og Helgi Poulsen vóru toppskjúttar hjá H71 við sjey málum hvør.
Tóki Friðriksson, Bárður Dam, Tony H. Weyhe og Fríði Weyhe skutu trý mál hvør fyri KÍF.
Í Badmintonhøllini í Klaksvík vann Kyndil stórsigur 34-22 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru kyndilsmenn á odda 15-12.
Nikolay Bliznov var toppskjútti hjá heimaliðnum við seks málum. Tobias Thisen var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum.
6. desember verður triðja og seinastu umfarið í bólkaspælinum. Tá tekur KÍF móti Team Klaksvík, og Kyndil tekur móti H71.
HER er dómaraseðilin frá dystinum H71-KÍF 26-18 (14-10):
##med2##
HER er dómaraseðilin frá dystinum Team Klaksvík-Kyndil 22-34 (12-15):
##med3##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 2 | 59 | 49 | 10 | 2 |
H71 | 2 | 53 | 46 | 7 | 2 |
KÍF | 2 | 45 | 51 | -6 | 2 |
TEAM KLAKSVÍK | 2 | 50 | 61 | -11 | 2 |