Seinasti dysturin í bólki 1 hjá monnum í Faxe Kondi kappingini var leiktur í høllini í Vestmanna í kvøld.
VÍF tryggjaði sær fyrsta plássið í bólki 1 við greiðum 32-25 sigri á StÍF. Í steðginum var VÍF á odda 18-13.
Magnus Müller, Johannes Bjørgvin og Óla Jákup Gaard Olsen vóru toppskjúttar hjá VÍF við seks málum hvør. Kasper Sommer var toppskjútti hjá StÍF við fimm málum.
StÍF endar á triðja og aftasta plássinum við ongum stigi. Neistin endar á øðrum plássinum við tveimum stigum, og skal spæla tvær hálvfinalur móti Kyndli.
VÍF skal spæla tvær hálvfinalur móti KÍF, so talan verður um fýra rimmar grannauppgerðir í hálvfinalunum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 2 | 64 | 50 | 14 | 4 |
NEISTIN | 2 | 58 | 57 | 1 | 2 |
STÍF | 2 | 50 | 65 | -15 | 0 |