FM1: VÍF vann seg sannførandi í Faxe Kondi hálvfinalurnar

(FM1 og Trok.fo) Hoyr samrøður við Bárð Johannessen og Filip Jojic um greiða sigurin hjá VÍF

Tað er nú greitt, at hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá monnum vera KÍF móti Neistanum og H71 móti VÍF.

 

Lagt var upp til spenning í Vestmanna tá VÍF og Kyndil við tveimum stigum hvør skuldu dystast um hvør skuldi fylgja KÍF í hálvfinalurnar í bólki 2.

 

Men spenningurin útibleiv. VÍF vann greitt 30-23. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 15-9.

 

HER  ber til frá trok.fo at hoyra samanumtøku hjá Inga Olsen, viðmerkjara, samrøðu við Bárð Johannessen, venjara hjá Kyndli og samrøðu við Filip Jojic hjá VÍF. Filip undirstrikar, at tað hevur stóran týdning fyri VÍF at gera tað betri í steypakappingini, tí tann luturin hevur mangla undanfarnu árini. Bárður ásannar, at ringa byrjanin gjørdi tað eyka torført hjá Kyndli at koma veruliga afturíaftur í dystinum. 

 

Í høllini á Skála tryggjaði KÍF sær fult stigatal við at vinna 30-27 á StÍF. Strandingar vóru annars omaná í fyrra hálvleiki. Í steðginum var støðan 13-9 til StÍF. 

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF38973166
2VÍF3817474
3Kyndil37183-122
4StÍF37283-110

 

 

 

VÍF-Kyndil 30-23 (15-9)

 

Málskjúttar VÍF: Hanus Christophersen 7, Filip Jojic 6, Jóhan í Garðastovu 4, Andrias Eriksen 3, Hallur Árason 3, Rúni Fossdal 2, Magnus Müller 2, Mladen Mjerimacka 1, Kristian Jensen 1, Joen Pauli Høgnesen 1. 

 

Málskjúttar Kyndil: Anders Risdal 5, Jóan Pauli Patursson 4, Jákup Jørgensen 4, Heini á Heygum 2, Ovi Lützen 2, Kristoffur Bjørgvin 2, William Nolsøe 1, Tróndur Wardum 1, Brian Slyne 1, Tummas Sørensen 1. 

 

StÍF-KÍF 27-30 (13-9)

 

Málskjúttar StÍF: Pætur Johansen 7, Jóannes Prestá 5, Georghe Petrea 3, Sveinur Justinussen 3, Ivan Mrdalo 3, Bjartur Már Guðmundsson 2, Óli Abrahamsen 2, Steinar Prestá 2.

 

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Nicklas Selvig 6, David Edvardsen 4, Fríði Weyhe 3, Bárður Dam 2, Bárður Gillason 2, Ási Dam 2, Atli L. Hammer 1, Andrias Nielsen 1, Teitur Joensen 1.