Hetta kom fram undir rættarmálinum ímóti Zacarias Moussaoui, sum er ákærdur fyri at hava verið við til at leggja atsóknirnar at New York og Washington tann 11. september í 2001 til rættis. Sambært amerikanska ákæruvaldinum vóru yvirgangsmenninir upprunaliga 20 í tali, men Moussasoui bleiv tikin, og tí vóru tað hinir 19, sum fullførdu atsóknirnar.
Tað var FBI-agenturin Harry Samit, sum tók Moussasoui í august í 2001, og undir avhoyringunum fekk hann illgruna um, at okkurt var í umbúna. Meiri enn 70 ferðir vendi hann sær til sín deildarleiðara á høvuðsskrivstovuni hjá FBI í Washington og greiddi honum frá, at hann hevði illgruna um, at Moussasoui var limur í al-Qaeda, og at hann ætlaði at ræna eitt flogfar. Harafturat bað agenturin fleiri ferðir um heimild til at kanna ymsar ognarlutir hjá tí handtikna so sum eina teldu, men svarið úr Washington var nei.
Tá Zacarias Moussasoui varð tikin, var hann í ferð við nakrar venjingar í einum sokallaðum flogsimulatori, har útgerðin var tann sama sum í einum Jumbojet-flogfari. Tað unmdraði Harry Samit, tí Moussasoui var ikki flogskipari og hevði heldur ongar royndir sum slíkur.
Undir avhoyringunum seinni viðgekk tann Moussasoui, at hann var limur í al-Qaeda, og hann er tann einasti, sum er komin fyri rættin í USA fyri at hava verið uppi í atsóknunum 11. september í 2001. Rætturin skal nú taka støðu til, um hann skal dømast lívlangt fongsul, ella um hann skal fáa deyðarevsing.
Ákæruvaldið hevði biðið Harry Samit vitna í rætttinum, tí ákæruvaldið helt, at hansara frágreiðing kundi vátta, at myndugleikarnir kundu havt forða atsóknunum, hevði Moussasoui sagt sannleikan, tá hann bleiv tikin. Men nú er líkt til, at frágreiðingin tvørturímóti kann koma tí ákærda til góðar, tí sambært Samit vildi FBI ikki lurta eftir hansara ávaringum.
(Kelda: Aftenposten)