25. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni í dag. FC Suðuroy er oddali9ð, og góður møguleiki var fyri, at suðuroyingarnir í dag á heimavølli skuldu tryggjað sær pláss í bestu deildini.
Nú er greitt, at FC Suðuroy er flutt upp, og at tað verður eingin dystur á Vágseiði.
FC Hoyvík, sum hevur stríðst fyri at varðveita plássið í deildini, skuldi spæla í Vági í dag, men FC Hoyvík hevur boðað frá, at tað ikki hevur eydnast at manna liðið, og tí vinnur FC Suðuroy 3-0 uttan at spæla. Hetta er onnur ferðin í ár, at lið ikki møta upp í Vági.
Hinir dystirnir í dag eru:
Skála-Víkingur
AB-EB/Streymur
NSÍ-07 Vestur
HB-TB