FCK aftur í eldin

Hóskvøldið skal felagið hjá Toda til eitt slag av sveinaroynd, tá týska stórfelagið, Borussia Dortmund, kemur á vitjan í Parkini

UEFA-Cup

Jákup Mørk


Hóast Todi Jónsson framvegis er uttan fyri við skaða, so munnu nógv føroysk fótbóltseygu fara at fylgja væl við, tá týska stórfelagið, Borussia Dortmund, kemur á vitjan hjá FCK í dag.

Talan er um triðja umfar í UEFA-Cup kappingini, og hóast talan er um sterka mótstøðu, so er tað ikki heilt frítt, at spenningurin í danska høvuðsstaðnum er stórur. Ikki minst orsakað av, at fleiri av bestu úrslitunum hjá donskum liðum í europeiskum høpi eru komin móti júst týskum mótstøðuliðum. Stóru sigarnir hjá Brøndby og B1909 móti ávíkavist Eintracht Frankfurt og Bayern München standa enn feskir í minninum, og nú er so upp til FCK at prógva, um teir kunnu endurtaka okkurt av hesum.


Skerdir týskarar

Umframt Toda Jónsson so noyðist FCK eisini at vera Pascal Simpson og Michael Mio Nielsen fyriuttan, men annars eru allir mans tøkir.

Í Dortmund er støðan nakað væl øðrvísi, og venjarin hjá felagnum, Matthias Sammer, er noyddur at verða fleiri av føstu stuðlunum fyriuttan. Millum annað eru landsliðsleikararnir, Stefan Reuter, Jörg Heinrich, skaddir, umframt at verjuleikarin, Christian Wörns, eisini er úti. Heldur ikki dýrasti leikarin í bundesliguni, kekkiski Tomás Rosicky, er tøkur.

Alt hetta ger, at FCK so avgjørt ikki eru uttan møguleikar, og venjarin hjá Toda og teimum, Hans Backe, tykist eisini hava góðar vónir. Ikki minst eftir stórspælið hjá liðnum um vikuskiftið, tá teir »bert« vunnul-1 á Viborg.

Dysturin byrjar klokkan 17.15, og verður sent beinleiðis á donsku 3+ frá kl. 17.00.

Samstundis sum FCK roynir seg á heimavølli, skal hitt stóra danska liðið, Brøndby, royna seg á útivølli móti italska Parma.