FCK-dystirnir á TV3

Sum danskir meistarar fær FCK aftur í ár møguleikan at taka lut í kappingini, um at sleppa við í Champions League, har risastórar peningaupphæddir bíða eftir teimum liðum, sum megna at vinna sær vegin fram.
Í fjør var sera nær við, tá FCK á útivølli fekk 1-1 javnleik móti Glasgow, men á heimavølli kiksaðu donsku meistararnir soleiðis at skotarnir kortini sluppu víðari.
Viasat samtakið hevur seinnu árini havt rættindindi til at senda frá Champions League, og teir hava so afturat hesum keypt rættindini tilat senda frá undankappingardystunum hjá FCK.
Hvat mótstøðuliðið verður her, er enn ikki greitt, men helst verður talan um fýra undankappingardystir. FCK skal í øðrum undankappingarumfari dystast móti liðum, sum eru styrkismett væl lægri enn donsku meistararnir, men í væntaða triðja umfarinum verður talan um heilt aðra mótstøðu. Tá kann talan ? um illa vil til ? gerast um lið sum Real Madrid, Juventus og Manchester United, so einki er at ivast í, at tað standa nógvar milliónir upp á spæl hjá Østergaard og teimum, tá lutakastið verður í juli mánaði.