Tað gongur av skriðuni til hjá FCK. Í fyrsta dystinum eftir Europa Cup tapið á heimavølli ímóti Glasgow Rangers spældu teir AGF sundur og saman og vunnu sannførandi. So var steðgur í landskappingini orsaka av tveimum umførum í EM kappingini fyri landslið. Síðani tá hevur FCK spælt tríggjar ferðir, og tað hevur gingið av skriðuni.
Leygardagin vitjaði Herfølge, sum higartil hevur verið millum botnliðini, í Parkini. At gongdin ikki hevur verið serliga sannførandi og at tað tískil ikki kundi roknast við nøkrum serligum tóktust áskoðararnir at hava tevjað. 12.579 møttu upp, og tað er lægsta áskoðaratalið hjá FCK á heimavøllinum í hesum kappingarárinum.
Tað endaði málleyst, og áskoðararnir vóru ikki blíðir. Við bríkslum og rakstrarrópum sendu teir FCK av vøllinum.
Hans Backe, FCK venjarin, var heldur ikki serliga fegin um tað, sum liðið hjá honum hevði víst:
? Tað var betri í 2. hálvleiki. Men tað, sum vit í 1. hálvleiki vóru vitni til, var vánaligasta avrikið, sum eg havi sæð FCK vísa í heilt langa tíð, staðfesti Hans Backe.
Todi í stólpan
Heldur ikki hesa ferð var pláss millum teir fyrstu ellivu fyri Toda Jónsson. Men hann kom á vøllin í 29. minutti. Orsøkin var tann, at Zuma noyddist at taka seg av vøllinum, tí hann varð skaddur í sambandi við ljóta takling.
Í dag fer FCK ferðalagið til Budapest í Ungarn, har FCK í morgin skal spæla í UEFA Cup ímóti Ferencváros. Í gjár var ikki greitt, um tað yvirhøvur fer at bera til hjá Zuma at spæla.
Í 1. hálvleiki leygardagin hevði Herfølge einstakar málmøguleikar, men í 2. hálvleiki var mest sum bara spæl til Herfølge spælið. Gestirnir í Parkini settu manngarð kring egnan brotsteig, og tað eydnaðist teimum at halda tætt. Besta FCK møguleikan at gera mál fekk Todi Jónsson. Hann sneiddi framvið málverjanum, men tíverri fyri Toda og FCK, so sendi føroyski álopsspælarin fyri aðru ferð í tríggjar dagar úr lutfalsliga góðari støðu og í stólpan. Bæði mikudagin í Viborg og í Parkini ímóti Herfølge leygardagin hevði talan verið um sigursmál ímóti ikki so høgt mettum feløgum, men soleiðis skuldi tað ikki verða hjá Toda, sum var á vøllinum síðsta tíman.
Álvaro Santos fekk enn eina ferð møguleikan frá fyrsta bríksli. Í 64. minutti varð hann skiftur út við Peter Møller. Hesa ferð spældi Jörgen Pettersson á miðvøllinum frá fyrsta bríksli.
Hóast tað tóktist koma rættuliga óvart á eitt nú tey, sum fáast við at vedda, at FCK ikki megnaði at vinna ímóti Herfølge, so var javnleikurin ikki so langt burtur frá hagtølunum. Seinastu ellivu ferðirnar, sum feløgini hava spælt í Parkini, hevur úrslitið fýra ferðir verið javnleikur, fýra ferðir hevur Herfølge vunnið og bara tríggjar ferðir hevur FCK vunnið.
? Nú vóna vit, at gamla orðatakið um, at tá ið generalroyndin ikki hilnast so væl, so fer fyrsta sýningin at verða góð, fer at vísa seg at liggja tætt at veruleikanum. FCK skal í annaðkvøld spæla í Europa Cup í Ungarn.