FCK kom undan norskum ódnarveðri

Hóast teir vóru kroystir mesta partin av tíðini, so eydnaðist tað FCK at vinna á Lerkendalen, og nú hevur FCK góðar møguleikar at spæla seg í finaluna

ROYALA LIGAN

Keðiligu tíðindini í sambandi við FCK ferðina til Tróndheim vóru, at tað kortini ikki bar til hjá Toda Jónsson at fara við. Hann hevur lítlan skaða at dragast við.
Góðu FCK tíðindini vóru, at tað eydnaðist at vinna 1-0 á Rosenborg. Harvið er tað upp til FCK sjálvt at gera av, um felagið skal verða partur av fyrstu finaluni í Royalu liguni. FCK verður partur av finaluni, um tað eydnast teimum at vinna síðstu uppgerðina í millumspælinum. Talan verður um uppgerð móti Malmø í Parkini 28. apríl.
Einasta málið á Lerkendal hóskvøldið skoraði miðvallarin Hjalte Bo Nørregaard, tá ið fyrra umfarið var ein stívan hálvan tíma gamalt. Hann sendi flatt úr seytjan metrum og dygst inn við stólparótini, eftir at Álvaro Santos, sum mannaði álopið saman við Zuma, hevði lagt bóltin spakuliga útfrá.
Serliga í 1. hálvleiki var FCK undir ógvusligum trýsti. Men teir megnaðu at halda Rosenborg frá uppløgdum málmøguleikum. Sum 2. hálvleikur leið, vóru teir í Rosenborg at sleppa alt meiri í verjupartinum, og tá høvdu Zuma og norski Magne Hoseth onkrar góðar møguleikar at økja um FCK leiðlsuna.
Men tað løgdu teir í danska ferðalagnum einki í, tá ið svenski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og FCK hevði øll trý stigini og møguleikan fyri finaluplássi í viðførinum aftur til Keypmannahavnar.