FCK komið illa fyri á Lanzarote

Fótbóltur: FCK-spælarar eru lagdir undir at hava týggjað sær sum bølmenni á Spies-hotelli á Lanzarote, har teir halda frí hesa vikuna

Felagið hjá Toda Jónsson, FC Keypmannahavn, er komið illa fyri á feriuoynni Lanzarote, har felagið heldur frí í eina viku, eftir eina strævna fyrru hálvu av Superliguni.

Sambært leiðsluni á einum Spies-hotelli á oynni týggjaðu rúsaðir FCK-spælarar seg sum bølmenni týsnáttina. Teir høvdu verið í býnum, og tá teir komu aftur á hotellið á miðjari nátt, gjørdu teir nógv um seg, veit danska dagblaðið BT at siga.

­ Danirnir vóru fram sum enskir hooligans, gingu á takinum, tveittu við øldósum, tveittu ein stól út gjøgnum eitt vindeyga á triðju hædd, og larmaðu og róptu, greiður leiðandi í móttøkuni frá.

Náttarvaktin á hotellinum royndi at fáa frið og ordan í, men alt til onga nyttu, ikki fyrr enn løgreglan kom á hotellið gjørdist friðarligt.

Teir tríggir FCK-spælararnir Karim Zaza, David Nielsen og Carsten Hemmingsen verða sagdir at hava gingið undan í rumblinum.


Vildi hava FCK

av hotellinm

Stjórin á hotellinum vildi dagin eftir ófriðin hava FCK-spælararnar av hotellinum, men eftir drúgvar samráðingar millum leiðsluna, FCK-leiðarar og eitt umboða hjá Spies á oynni, fingu partarnir tosa seg til rættis, so spælararnir ikki vórðu tveittir á dyr.

Ítróttarstjórin í FCK, Poul Erik Petersen, er illur inn á leiðsluni á hotellinum.

­ Hendan støðan er heilt víð síðuna av. Leiðslan á hotellinum ger alt ov nógv av, og spælararnir eru sera fortørnaðir um reaktiónina hjá hotellinum, sigur hann.

­ Tað passar, at spælararnir hava set nakra urtapottar fyri eina hurð, og vit hava fingið eina rokning fyri ein oygilagdar urtapott, men alt hitt er fullkomila láturligt, sigur ein avgjørdur ítróttarstjóri í FCK.


Samráddu seg

uppá pláss

Henrik Neelmeyer, stjóri hjá Spies Ferðum sigur, at tað var nær við, at alt FCK-ferðalagið, sum telir 30 fólk, var tveitt á dyr.

­ Leiðslan á hotellinum var í øðini, og hon vildi hava FCK av hotellinum alt fyri eitt. Vit spurdu leiðsluna um FCK ikki kundi sleppa við eini ávaring, men tað vildu teir ikki at byrja við.

Tvey umboð fyri Spies á Lanzarote fóru á hotellið, og saman við leiðsluni komu teir fram til at FCK ikki var tveitt út.

­ Men verður nakar sum helst ófriður av FCK aftur á hotellinum, verða teir tveittir út í stundini, sigur Spies-stjórin.

Allir spælararnir og leiðarar í FCK fóru mánadagin til Lanzarote, og teir skulu halda frí har í eina viku.