Manchester City er á odda 3-1 móti FCK og tey eru fá, sum geva donsku meistaraunum ein møguleika. Real Madrid hevur eisini munin móti RB Leipzig
Manchester City (3) – (1) FCK (20.00)
Eina løtu sá út til, at FCK kláraði at halda lív í uppgerðini, men stutt fyri tíð økti Manchester City til 3-1. Tey eru fá – um nakar – sum trúgva upp á, at FCK kann koma víðari. Tí hevur prátið eisini verið um annað enn dystin á vøllinum.
Erling B. Haaland bleiv spurdur um eina royndarvenjing í FCK, tá hann var ungur. Hann segði, at onkur í FCK vildi hava hann, men at tað aldrin bleiv til nakað. Hetta kanska fyri tað besta, tí norska heimsstjørnan endaði í Molde og restin er søga.
Væntaðar uppstillingar:
Manchester City: Ederson; Akanji, Stones, Dias, Aké; Rodrigo; Silva, De Bruyne, Foden; Álvarez; Haaland
FCK: Grabara; Jelert, Vavro, McKenna, Meling, Diks; Højlund, Clem, Elyounoussi, Achouri; Mattsson
Real Madrid (1) – (0) RB Leipzig (20.00)
RB Leipzig tók ikki av møguleikanum í fyrru uppgerðini og situr við eini vánligari hond til dystin í kvøld. RB Leipzig skal vinna á mæta Real Madrid í glæsiligu borgini Santiago Bernabeu. Við 14 Champions League í skápinum er Real Madrid favorittur.
Væntaðar uppstillingar:
Real Madrid: Lunin; Carvajal, Tchouameni, Rüdiger, Mendy; Valverde, Kroos, Camavinga, Bellingham/Brahim Díaz; Vinícius Júnior, Rodrygo
RB Leipzig: Gulácsi; Henrichs, Lukeba, Orbán, Raum; Olmo, Haidara, Schlager, Xavi Simons; Openda, Šeško
Champions League 1/8:
RB Leipzig – Real Madrid 0-1
FCK – Manchester City 1-3
PSG – Real Sociedad (Samanlagt 4-1)
Lazio – Bayern Munchen (Samanlagt 1-3)
PSV – Borussia Dortmund 1-1
Inter Milan – Atletico Madrid 1-0
Napoli – FC Barcelona 1-1
FC Porto – Arsenal 1-0