FC Midtjylland vann sær í gjár oddasessin í bestu donsku deildini. Á heimavølli vunnu teir sannførandi 4-0 á OB, sum annars hevur fingið eina flúgvandi byrjan á kappingarári. Brøndby vann tepurt við einum máli móti ongum á útivølli móti AC Horsens, og sigursvanda felagið er nú á triðja plássinum. Meistaraliðið úr AaB spældi 1-1 á heimavølli móti Esbjerg, meðan FC Keypmannahavn vann 1-0 í Parkini móti AGF. Í kvøld spæla Velje og Sønderjyske.