Petur Mohr Reinert og sonur hansara Philip Reinert Ovenberg kalla seg Feðgar og geva út fløguna "Um eg havi" í dag.
Petur Mohr Reinert er kendur í Føroyum sum tónleikari í bólkinum Devon, sum var virkin í 80'unum og 90'unum. Devon gav út 'Náttarlív' í 1985 og 'Umsíðir' í 1989. Báðar útgávurnar komu sum fløgur í 1992. Petur Mohr Reinert var eisini við til at stovna FUT - Føroya Undirhaldstónleikarafelag og skipaði fyri Føroya fyrsta uttandura tónleikafestivali - Ólavsøkufestivalurin, sum seinni varð róptur Ólavsøkukonsertin. Petur hevur eisini verið við sum tónleikari á ymiskum øðrum útgávum.
Philip Reinert Ovenberg flutti sum bert 16 ára gamal til Danmarkar fyri at ganga á ymiskum tónleikaháskúlum. Seinni flutti hann til London at ganga á tónlistaskúla og á SAE at læra til ljóðteknikara. Philip býr enn í London, har hann virkar sum tónleikari og tónasmiður. Umframt nakrar internetútgávur, hevur hann givið út eina EP við techno duettini Von Ros, sum hann hevur saman við spanska vininum Miguel Plenza. Philip hevur spælt nógvar konsertir í Danmark, og hevur eisini verið á fleiri konserferðum kring um í Evropu saman við psykedeliska rock bólkinum Blatant. Nú roynir hann seg sum solistur.
Tónleikurin hjá Feðgum er melodiskur guitar popprockur við stórum denti á tað vokala. Philip og Petur spæla báðir guitar, bass og trummur. Philip syngur og spælir tangentar eisini. Teir hava valt eina einfalda ljóðmynd fyri at fáa framførsluna at minna nógv um live framførslur. T.d. eru tey somu ljóðførini gjøgnumgangandi á øllum sangunum.
Móttøka verður í TUTL handlinum í dag kl. 16.00 í smb. við útgávuna av fløguni 'Um eg hevði' hjá Feðgum.