Fegin Høgni og tungur Meinhardt

KÍ-málverjin lovar, at liðið fer at knokla fyri tí nú

Effodeildin: Tað vóru tveir menn í ógvuliga ymiskum lagi, sum Tróndur Arge fekk orðið á, aftaná 2-1 sigurin hjá B36 á KÍ.

 

Høgni Eysturoy hjá B36 viðgekk, at tað gekk ikki heilt eftir ætlan í fyrra hálvleiki, men hann segði, at teir í B36 vita, at KÍ plagara at fella í seinna hálvleiki, og tí trúði teir uppá, at teir kundu fáa sigurin heim.

 

KÍ-málverjin, Meinhardt Joensen segði, at KÍ hevði fleiri málmøguleikar, hóast B36 hevði bóltin meira. Hann ergrar seg eisini um, at KÍ tapti dystin uppá tvey langskot hjá B36. Meinhardt letur tó ongan iva verða um, at teir hjá KÍ fara at knokla fyri tí, sum hann tók til.

 

Undir myndini ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Høgna Eysturoy og Meinhardt Joensen. Fremst hoyrist frásagnin av teimum trimum málunum, sum Tróndur Arge segði frá á Rás2. Símun Samuelsen varð viðmerkjari.