Fegin Jón Bjarnason

Hóast vit bara fingu helmingin av teimum 30 gullheiðursmerkinum, ið var málið, so er Jón Bjarnason fegin um avrikið á oyggjaleikunum

– Eg eri ikki eitt sindur fegin, eg eri ovurfegin, soleiðis tók Jón Bjarnason til, tá Rás2 hitti hann eftir seinastu finluna, har menninir vunnu 4x100 metrar frí.
– Tað er so týdningarmikið, at okkara svimjarar reisa seg aftaná eitt vónbrot og tað hava teir gjørt á hesum oyggjaleikunum. Tað hevur gingið upp og niður, men hetta var ein fantastiskur endi, sigur Jón Bjarnason víðari.
Nógv hevur verið gjørt burt­ur úr umstøðunum. Millum annað hevur maturin verið ein trupul­leiki hjá svimjarununm. Nú svimjingin er komin at enda, so vil Jón Bjarnason bara leggja tað aftur um seg.
– Nú spældi alt væl av við svimjingini, so restina tími eg ikki at hugsa um. Tað eru nokk ikki bara vit, ið hava fingið vánaligan mat, sigur ein speiskur og smá smílandi Jón Bjarnason at enda.