Frank Lampard, miðvallarspælari í Chelsea, var í summar á veg til italska felagið Inter, men nú sigur hann, at hann er fegin um, at hann ikki skifti felag.
- Summarið var trupult. Mamma mín doyði, og eg tað hart persónligt. Eg visti ikki, hvat eg skuldi gera, og umhugsaði at skifta umhvørvi. Men nú eri eg fullvísur í, at tað var rætt av mær at halda fram í Chelsea, sigur Frank Lampard við Sunday Times.