Fegin um teir lítlu trupulleikarnar

Bert smálutirnir eru eftir at fáa upp á pláss, men sum heild eru Føroyar púrasta til reiðar at hýsa EM-undankappingini í flogbólti, sum verður spæld um vikuskiftið

Flogbóltur

 

- Tað er deiligt at síggja, at vit nú hava eina rúgvu av smáum trupulleikum.

Orðini eigur Niclas Joensen, landsliðsvenjari í flogbólti, men sum eisini er partuir av leiðsluni í flogbóltssambandinum, sum um vikuskiftið er vertur fyri EM-undankapping.

Hóast trupulleikar helst ikki skulu vera, so skulu orðini hjá Niclasi skiljast bókstaviliga, sigur hann við einum skeivum smíli.

- Alt hitt er upp á pláss. Men tá vit ikki eru von við at standa fyri slíkum tiltøkum, so eru jú ein rúgva av smálutum, sum skulu vera í lagi. Til dømis at vatndunkar skulu standa á ávísum stað og annað, sum hoyrir smátingsdeildini til. So eg ivist ikki í, at alt er púrasta klárt, tá fyrsti dysturin skal spælast fríggjadagin, sigur hann.

 

Mugu raka dagin

Hóast tey í flogbóltssambandinum soleiðis renna skjótt hesar seinastu tímarnar, so metir Niclas, at spælararnir sjálvar hava fínar umstøður til sínar fyrireikingar.

- Eg fari nokk ikki skeivur, um eg sigi, at eg eri tann einasti í hópinum, sum verður órógvaður av hesum. Allur hópurin býr saman á Hotel Føroyum, so umframt nógva venjing seinastu tíðina, eru kringstøðurnar hjá hópinum framúr. Onkrar av spælarunum skulu tó til roynd fríggjamorgunin, men seinnapartin eru vit øll saman aftur, so eg haldi, at tær hvør sum ein eru til reiðar, tá kappingin byrjar.

Hini liðini eru nú komin til Føroya. Hevur tú havt møguleika at hugt eftir mótstøðuni?

- Rættiliga lítið. Men tað sær út til, at flestu liðini hava rættiliga stórar spælarar. Liktenstein sær eisini út til at hava eitt høgt tekniskt støði, meðan tær skotsku sláa hart, tað sum eg havi sæð.

- So alt í alt skuldu verið útlit fyri, at vit fáa nakrar heilt góðar dystir. Men tað krevur, at vit veruliga spæla upp til okkara besta. Og so bæði vænti og vóni eg, at vit merkja, at vit eru á heimavølli, soleiðis at spælararnir kunnu berast seinasta pettið fram, sigur Niclas.