13. mai vann AB 2-0 á EB/Streymi. Síðani tá hevur liðið tapt átta dystir á rað í landskappingini, og hevur talan verið um eina ørkymlandi oyðimarkarferð.
Í dag bleiv ónda ringrásin steðgað við einum góðum 1-1 javnleiki ímóti B36 á heimavølli.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Sorin Anghel ið fegnast stórliga um, at hansara menn loksins fingu løn fyri sítt stríð.
Málið hjá Bjarka Nielsen í dag var bara tað níggjunda málið hjá AB í Betrideildini í 19 dystum, og Sorin Anghel ásannar, at tað er har størsti trupuleikin hjá AB liggur. Hann heldur liðið hevur rætta hugburðin og stríðist væl, men málini mangla.
Samrøðan FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER