Lóggávan undir felagnum hevur loyst politisku knútarnar, bæði linjuføring og fíggingarleistin. Tað ger okkara arbeiði greiðari, sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður í almenna tunnilsfelagnum.
Nýggi nevndarformaðurin í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar vísir á, at tunnilsætlanirnar hava verið gjøgnum politisku myllurnar í áravís.
- Tí er tað sera gott, at linjuføringar eru neyvt orðaðar í lóggávuni, sigur Bergur Poulsen tó við tí fyrivarni, at óvæntað úrslit av komandi kjarnuboringum sjálvandi kunnu noyða felagið at broyta linjuføringarnar.
Les eisini: Tunlar á tryggum grundarlagi
Eisini er fíggingarleisturin lagdur fastur soleiðis at skilja, at tað almenna kemur við 400 milliónum krónum, meðan almenna tunnilsfelagið síðani fær ymiskar møguleikar til at útvega írestandi fíggingina. Berguri Poulsen dámar somuleiðis væl henda leistin.
- Eg haldi at 400 milliónir krónur í partapeningi er nú ikki so lítið, tá talan er um íløgur fyri tilsamans tvær milliardir í okkara infrakervi. Partapeningurin átti at gjørt tað áhugavert hjá íleggjarum at læna pengar til hesar verkætlanir, sigur Bergur Poulsen.
Nevndarformaðurin í P/F Eystur- og Sandoyartunlar roknar við at útvega størsta partin av fíggingini uttanlands. Hetta av tí einføldu orsøk, at upphæddirnar eru so stórar.
Men á tíðindafundinum í Fíggjarmálaráðnum varð Íleggingargrunnurin nevndur sum ein møguligur lánsveitari til hesar tunnilsverkætlanir.
Hoyr samrøðu við Berg Poulsen við at trýsta á pílin undir myndini.