Fegnast um nýggjar tónar frá Jørgen Niclasen

Føroya Pedagogfelag fegnast um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í tíðindunum í kvøld vísti so øgiliga góðan vilja at semjast.

Formaðurin í Pedagogfelagnum fegnast um, at Jørgen Niclasen nú vil aftur til samráðingar. Her sæst hann uttanfyri Løgtingið í morgun práta við løgmann saman við Súna Selfoss, formanni í Starvsfelagnum

Tað sigur Pedagogfelagið í kvøld. Í tíðindunum í Kringvarpinum gav Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, til kennar, at hann var sinnaður at taka uppaftur samráðingarnar.

 

– Hetta eru nýggir tónar úr Fìggjarmálaráðnum, tí hóast vit hava samráðst í átta mánaðir, hava vit ikki sæð landsstýrismannin eina einastu ferð, sigur Pedagogfelagið.

 

– Hetta er ivaleyst eisini orsøkin til, at hann er so illa upplýstur um tilgongdina, og fór so mikið skeivur í síni frásøgn um hana.

 

– Vit velja tó at síggja hetta sum eina jaliga útmelding, ið vónandi merkir, at Jørgen Niclasen biður síni starvsfólk á lønardeildini um at fara til veruligar samráðingar. 

 

Vit í Føroya Pedagogfelag ynskja veruliga eina semju, ið kann vera við til at framtíðartryggja námsfrøðiliga økið, til frama fyri teir veikastu borgararnar í landinum, og øll hini, ið vit námsfrøðingar og hjálparfólk dagliga eru um, sigur Pedagogfelagið í kvøld.

 

 

 

Formaðurin í Pedagogfelagnum fegnast um, at Jørgen Niclasen nú vil aftur til samráðingar. Her sæst hann uttanfyri Løgtingið í morgun práta við løgmann saman við Súna Selfoss, formanni í Starvsfelagnum