Fegnast um samstarv við føroyingar

-Vit hava leingi havt áhuga fyri føroyska marknaðinum, og vit hava kannað, hvussu vit best koma inn á henda marknaðin. Okkara niðurstøða er, at besti og einasti mátin er at fara í samstarv við eina føroyska fyritøku. Og tí hava vit fingið í lag samstarv við Frost í Føroyum.

Tað verður so føroyska felagið, sum fer at standa fyri arbeiðinum og vit vera so eitt slag av ”backup” sigur Gunnar Larssen, stjóri í íslendska felagnum Frost. Hann leggur stóran dent á, at báðir partar skulu kunnu fáa ganga av samstarvinum, og at teir síggja nakað stórt í tí. Fyri okkum er tað ikki so langt at fara til Føroya og í nógvum líkjast hesir báðir marknaðirnir. Hóast føroyski marknaðurin er lítil í mun til tann íslendska, kanska 25% av tí íslendska, so sær Gunnar kortini stórar møguleikar her. Frost í Íslandi hevði í fjør ein umseting uppá einar 45 mió. kr. Fyritøkan hevur stórar royndir við stórum industriellum anleggum, og hetta kann koma Frost í Føroyum væl við.