Vegna minnulutan í Tórshavnar Býðráð: Sjúrður Olsen, Jan Christiansen, Vagnur Johannesen og Annfinn Brekkstein
-------------------
Hugstoytt var at hoyra borgarstjóran í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, mótmæla undirsjóvartunlinum millum Eysturoynna og Streymoynna, tí at størsta verkætlanin í Føroya søgu vildi viðføra ferðslutrupulleikar í Tórshavnar Kommunu.
Søgan er, at var skjøtul varð settur á ytra ringveg í Tórhavn longu í 80´inum, men í 2005 steðgaði sjálvur Heðin Mortensen, borarstjóri, verkætlanini, tí hann vildi hava ein tunnil heldur enn eina vegaføring undir Krákugjógv, sjálvt um slílk tunilsgerð hevði ein eykakostnað upp á slakar 50 mió.kr.
Nú bakkaðu landsmynduleikarnir út, og tí er eingin ytri ringvegur gjørdur.
Heðin Mortensen átti at tikið í egnan barm, heldur enn at skjóta alla abyrgd av tøttu ferðsluni í Tórshavn yvir á Landsstýrið.
Ytri ringvegur hevði verið liðugur í dag, um Heðin Mortensen ikki forkom ætlanini.
Tað er ongin ivi um, at Eysturoyartunnilin fer at styrkja miðstaðarøkið, og harvið alt Føroya land, og eiga vit tí, heldur at síggja møguleikarnar enn forðingarnar við slíkari ætlan..
Sjálvandi skulu vit loysa ferðslutrupuleikarnar, ið vilja koma í sambandi við tunnilsætlanina, og tað gera vit best við jaligum samarbeiði við Landsverk.
Tá Heðin sigur at landið ikki vil halda sína avtalu um rundkoyringina Eystari ringvegur/Hvítanesvegur, er tað heldur ikki satt, tí Landsverk og kommunan gjørdu eina avtalu, har landið gjørdi rundkoyring á Hvítanesvegnum, og so skuldi komunan gera rundkoyringa Eystari ringvegur/Hvítanesvegur .
Vit eiga øll at minnast, at Heðin Mortensen og meirilutin vrakaðu rundkoyringa, sjálvt um hon var bjóðað út og var samtykt av býðráðnum.
Vit kunnu staðfesta, at landið gjørdi sína skyldu í hesum málinum fyri skjótt nógvum árum síðani, men at býráðið sveik.