Feildiagnosa vanlig

Á fundinum, sum Epileptikarafelagið skipaði fyri í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, greiddi neurologurin, Bjarki á Rógvi Hansen, frá, hvat epilepsi er

Fyrireikararnir vórðu næstan ovfarnir av stóru uppmøtingini til fundin, sum Epileptikarafelagið skipaði fyri í Miðlahúsinum í gjárkvøldið. Randfríð Sørensen, forkvinna í felagnum, segði, tá hon bjóðaði vælkomin, at tey høvdu verið nøgd, um bara tíggju fólk komu at lurta. Í staðin var Miðlahúsið meiri ella minni á tremur av fólki.

Fyrsta innleggið hevði Bjarki á Rógvi Hansen, neurologur, sum hóast sítt føroyskt klingandi navn tosaði danskt.

Hann greiddi frá, hvat epilepsi reint læknaligt er. Talan er um óregluligleikar í heilanum, og fyri epilepsi er tað typiskt á sama stað, og gevur sama slag av herindum hvørja ferð.

- Vanliga vara herindini frá einum brotsekundi til hálvanannan-tveir minuttir. Eru sjálvi herindini longri enn hetta, er tað næstan við vissu ikki talan um epilepsi, greiddi Bjarki á Rógvi Hansen frá.

Tað mest hugsunarverda, sum neurologurin førdi fram, var, at trijða hvørt barn og fjórði hvør vaksin verður feildiagoseraður.

- Hetta merkir, at tilsvarandi mong børn og vaksin verða viðgjørd fyri epilepsi, uttan at tey í veruleikanum hava hesa sjúkuna. Og tað merkir eisini, at ein hópur av pengum og resursum verða nýtt til onga nyttu, segði Bjarki á Rógvi Hansen.

Hann segði eisini, at man skal verða varin at geva ov nógvan heilivág, tí ofta verður gjørt á tann hátt, at hjálpir fyrsta evni ikki verður bara eitt aftrat latið, og so kann sjúklingurin knappliga taka fimm ymisk evni, uttan at eitt einasta av teimum virkar.

Fólk høvdu høvi at spyrja eftir hvørt innleggið sær, men ikki fyrr enn øll trý høvdu havt orðið, tóku fólk dyk á seg at spyrja, og tá kom eisini veruligt lív í henda áhugaverda fund í Miðlahúsinum í gjárkvøldið.