Og tá kommunurnar verða færri, so verða kommunustýrini eisini færri og harvið eisini borgarstjóralønirnar.
Sambært reglunum er lønin hjá borgarstjórum treytað av íbúgvatalinum, og verður roknað sambært lønartalvur millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins – og kann í mesta lagi vera (um mánaðin):
• 0-499 íbúgvar: 32. lønarflokkur = 31.758 krónur
•500-999 íbúgvar: 35. lønarflokkur = 35.475 krónur
•1.000-1.499 íbúgvar: 36. lønarflokkur = 38.473 krónur
•1.500-4.999 íbúgvar: 37. lønarflokkur = 40.796 krónur
•5.000-9.999 íbúgvar: 38. lønarflokkur = 45.219 krónur
•10.000 íbúgvar ella fleiri: 39. lønarflokkur = 49.191 krónur
Borgarstjórar, sum í minsta lagi eru í starvi hálva tíð, fáa harumframt 15 prosent í pensjón.
Hvussu úrslitið av fólkaatkvøðuni verður og ikki, so fara at hava færri borgarstjórar í framtíðini, tí kommunurnar verða færri í tali. Áhugavert hevði verið at vitað, hvussu nógv vit tilsamans kundu spart í óneyðugum umsitingarútreiðslum, um kommunustýrini vórðu eini 25 færri...