Fekk 11 ára fongsul

Í Haag hevur altjóða krígsbrotsmannadómstólurin dømt fyrrverandi bosniaserbiska forsetan, Biljanu Plavsic, ellivu ára fongsul.
Biljana Plavsic varð dømd fyri at hava framt brotsverk ímóti mannaættini í árunum frá 1992 til 1995, tá hon var leiðari hjá serbunum í Bosnia. Upprunaliga noktaði hon seg seka, men í fjør broytti hon støðu og játtaði seg seka í etniskari útreinskan av kroatum og muslimum í Bosnia. Hon er tann fyrsti serbiski leiðarin í gamla Jugoslavia, sum hevur viðgingið seg sekan í hesum brotsverkinum.
Ákæruvaldið í Haag kravdi, at Biljana Plavsic skuldi fáa millum 15 og 25 ára fongsul. meðab verjarnir hildu, at átta ár var nóg mikið. Tað er ikki greitt, hvar tann 72 ára gamla Biljana Plavsic skal sita dómin. Í løtuni situr hon í varðhaldi í Beograd.