Býarrætturin í Keypmannahavn dømdi í dag tann 59 ára gamla rumenan Marian Clita 14 ára fongsul fyri at hava dripið norsku flogternuna Vera Vildmyren á Radison Blue- hotellinum í Keypmannahavn tann 1. mars í fjør.
Umframt fongsulsresvingina verður hann vístur úr Danmark, og hann skal eisini rinda teimum avvarandi hjá Veru Vildmyren endurgjald.
Ákæruvaldið hevði kravt 16 ára fongsul, og verjin kravbdi í mesta lagi 12 ár.
Marian Clita boðaði beinan vegin frá, at hann góðtók dómin. Tað ger ákæruvaldið eisini.