Fekk 50 ára fongsul

Ein 16 ára gamal amerikanskur drongur er dømdur 50 ára fongsulsrevsing fyri at hava skotið tveir ungdómar til deyðis og sært trettan aðrar á einum skúla í Kalifornia í fjør.

Rætturin fjørdi eisini av, at drongurin kann ikki royndarleyslatast, fyrr enn hann verður 65 ár, og tað ber í sær, at hann skal sita í fongslinum øll 50 árini. Tann 16 ára gamli fór at gráta, tá dómarin las úrskurðin, og hann bað avvarðandi hjá teimum, sum hann skjeyt, um umbering. Ungfólk, sum sóu drongin skjóta, hava greitt frá, at hann brosaði, tá hann lat skotini av.
Verjarnir høvdu biðið rættin døma tann 16 ára gamla 35 ár í fongsul, meðan ákæruvaldið hevði kravt 425 ára fongsul, sum var harðasta revsing, sum hann kundi fáa.