Fekk aftur tvey ára fongsul

Fyrrverandi Farum-borgarstjórin Peter Brixtofte hevur aftur fingið tvey ára fongsulsrevsing. Rætturin í Hillerød dømdi fyrrapartin Peter Brixtofte tvey ára fongsul fyri svik og fyri at hava misnýtt sítt vald sum borgarstjóri í Farum kommunu.

Hetta er annar dómurin í tí umfatandi málinum. Fyrru ferð fekk Peter Brixtofte eisini tvey ára fongsul, so nú skal hann fýra ár aftur um rimarnar í onkrum donskum fongsli.

Peter Brixtofte hevur longu skotið dómin í dag inn fyri landsrættin, og tann fyrra dómin roynir hann at fáa Hægstarætt at taka støðu til.

Umframt fongsulsrevsingina dømdi rætturin í Hillerød fyrrverandi Farum-borgarstjóran at gjalda meiri enn sjey mió. krónur fyri sakførara- og grannskoðarahjálp og endurgjald til Farum kommunu.