Fekk áheitan at skriva um træskipasmíð

Stórt kanningararbeiðið liggur aftanfyri bókina "Siglandi arvurin"

Boð hava verið eftir Óla Olsen, sum hevur havt bókaframløgur kring landið, síðani bók hansara "Siglandi arvurin" kom í bókabúðirnar.

 

Eitt stórt og drúgt kanningararbeiðið liggur aftanfyri bókina, sum viðger træskipasmíð í øllum Føroyum, og byrjar við søguni um "Royndina Fríðu" hjá Nólsoyar Páll.

 

“Siglandi mentanararvurin” nevnist høvuðspartur, ið lýsir seinastu trædeksførini – regattaskipini og spjaddu motorbátarnar, sum enn rógva út.


“Skipatekningar” og “motorbátar 1900-1940” eru eisini spennandi partar í bókini.

 

Undir myndini ber til at hoyra eitt longri prát við Óla Olsen um bókina. Prátið er 35 minuttir til longdar, og tí er týdningarmikið at lesa ta bláu strikuna inn fyrst.

 

Óli greiðir frá, at tað vóru skipasmiðjumenn, sum heittu á hann at skriva bókina.