Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar í Kaldbaksbotni, var ein bilførari skrivaður fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdi 95 km um tíman, sum hann fær eina bót fyri.
Tíðliga seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um eitt lítið ferðsluóhapp í Havn, har ein bilur trillaði á ein annan. Tað vísti seg, at bilførarin hevði gloymt hondbremsuna, áðrenn hann setti bilin frá sær, og tað fær hann eina bót fyri. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at gloymir tú hondbremsuna ella um lyklarnir eru í bilinum, soleiðis at onkur kann sleppa av stað við honum, so fært tú automatiskt eina bót fyri tað.
Umframt tað hevur verið okkurt mál um húsaófrið og mál, har løgreglan hevur hjálpt fólki, »sum ikki hava tað so lætt«, sum vatkleiðarin málber seg.